Enskt er eftir føroyskt tann størsta lærugreinin í miðnámsskúlanum. Øll eru samd um, at enskt er týdningarmikið. Í ár fekk A støðið hesar tekstir at skriva um: 1. Eina grein um tónleik á netinum, hvussu hann verður kopieraður, og hvussu nógv tey sum “eiga” tónleikin missa. 2. Eina grein um at amerikanarar gera einki við máta. Alt er so ovurstórt og ovurfeitt. 3. Eina søgu hjá Ernest Hemingway, sum eitur Soldier’s Home.
Summi duga væl, málbera seg rætt og fjølbroytt, gera egnar orðingar við flótandi setningsbygnað og stórum orðatilfari, samstundis sum tey hava eina meining um tekstin, vísa til tekstin og gera viðmerkingar við egnum orðum. Mállæran er í ordan. Onnur duga nokso væl, tey halda seg til tekstin, orðingar og setningar verða tiknir beinleiðis úr tekstinum og brúkt í stílinum. Tey endurgeva innihaldið í tekstinum og fara ikki afturum tekstin, gera ikki nógvar persónligar viðmerkingar ella hugleiðingar. Málsliga sæst týðiligur munur á, um tey skriva sjálvi, gloyma kanska at vit seta ikki fyriseting undan at-setningi ei heldur navnhátti, ella tey endurgeva tekstin. Mállæran hevur hol, har klípi vanta. Onnur duga sera lítið. Tey misskilja ofta tekstin, ella gloyma tey heilt at brúka tekstin. Mállæran er als ikki í lagi. Stavivillur, sum ikki bara lýta tekstin, men eisini ørkymla lesaran, tí at meiningin verður burtur: wary og very eru t.d. heilt hvør sítt. Hesi seinastu hava stór hol í síni mállæruvitan, kanska klettar og ikki klípi vanta.
B støðið fekk í ár hesar tekstir at velja í : 1. Eina grein um vápnamentan í USA. Um tað skal vera loyvt at bera vápn, tá ið tú fert í skúla, ella tá ið tú fert til arbeiðis í einum barnagarði, so tú fært vart teg, um ein hópdrápsmaður kemur. 2. Eina søgu, sum eitur Amazing Grace.
Eg nýti høvi at reklamera fyri “Klípinum”, sí mynd.
No comments:
Post a Comment