Sagnlandet i Lejre er eitt sokallað livandi museum. Tað er eitt fínt stað at fara útferð við allari familjuni. Um hvítusununa varð hildin ein søgufestivalur har, ikki søga sum í 2. heimsbardagi ella Columbus, men søga sum í “Einaferð var tað…” millum 10 og 20 pallar við 50 søgusigarum. Eitt stuttligt upplivilsi, sum Anna hevði fingið meg við til, sjálv hevur hon verið 5 ferðir á hesum festivali. Vit svóvu í ein víkingatjaldi, lógu á hálmi og seyðaskinnum. Leygardagin komu Ragnar og Ása og Tóra at vitja og mánadagin komu Turið og Hallur og børnini. Sunnudagin vóru vit ein túr í Græsted.
No comments:
Post a Comment