Nov 19, 2013

Blóðug barnaløta

Er tað ein serlig grund til, at sjónvarpið skal vísa blóðugar lýsingar ímillum barnaløtuna og tíðindasendingina? Nú havi eg havt høvi til at hyggja at barnaløtuni saman við børnum. Og fleiri ferð er tað deyði og blóð á skránni 5 sekund eftir at Shaun the Sheep og Mumi og Honki Ponki og Prumpu-prumpi hjá Páll er liðugt. Magna (4) fær akkurát tíð at síggja blóðsorað menniskju hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd ella líkbleikar tuberklasjúklingar hjá Heiðriki ella lamløstað børn úr Sýrialandi. Teimingin er ikki í lagi! Tað má bera til at bíða til eftir Dag og viku.
mqdefault


SVF: ….deyðin er tær vísur…
Herbert: Nær kemur mamma?
Magna: …er mamma deyð?
eg: …sløkk sjónvarpið….
Dalur okt 13 028

1 comment:

  1. Eg havi sent eitt link til bloggin hjá tær til kvf. So er at vóna, at tey gera okkurt við tað.

    ReplyDelete