Nakað ósamdar á máli í kvøld. Onkur helt, at Tann fimti maðurin var so góð, tí at hon var spennandi, og at tað var gott, at ikki meiri blóð og ógvusligara hendingar vóru. Onnur helt, at hetta var ikki rættiliga ein krimi, tí at brotsverkið var ikki ordiligt brotsverk, meiri ein søgulig frágreiðing frá krígnum. Ein helt, at Jógvan hevur annan málbólk enn okkum, og at bøkur skula vera til ymsar málbólkar. Bókin er sera skjótt lisin. Men nú er ein nýggj bók hjá Jógvani komin út, at skriva so nógvar bøkur ár um ár krevur ein vissan systematikk ella eitt mynstur, tað er eisini vanligt í t.d. sjónvarpsserium, at tættirnir líkjast. Tað er kanska eisini ein dygd, lesarin vil fegin kenna detektivin og duga mannagongdirnar. Ein annar bloggur er eisini um bókina – frá 6. november.
Í húsunum, har Bókastev var í kvøld, eru stovubróstini áhugaverd, hvørt listaverk við síni søgu.
Brynhild hevur sjálv vovið dansiringin eftir eini gamlari tekning hjá fastur síni Elinborg Lutzen. Ein døkkur Mikines málningur er familjuarvur, motivið er ímóti Eysturoy niðanfyri hjá Føroya tele.
Og ein málningur hjá Hanna Bjartalíð – sum má sigast at vera heilt ólíkur tí, sum listamaðurin nú ger.
No comments:
Post a Comment