Bókarheitið er tikið úr tí Hippokratiska eiðinum, ella sum vit siga læknalyftinum. Her er ein norsk umseting av tí partinum: Jeg vil ikke kutte etter stein, selv for pasienter hvor sykdommen viser seg; jeg vil overlate denne operasjonen til å bli utført av praktiserende, spesialister i denne kunst. Steinarnir talan er um eru nýra- og gallsteinar og kanska aðrir við Orðaspæl er í heitinum, tí at ein av persónunum, skurðlæknin eitur Stone, og sjállvandi hansara synir eita Praise Stone til eftirnavn, kanska eitt nakað speiskt ljóð hoyrist, tí at ígjøgnum alla bókin hava vit ikki nógv rós at veita Stone. Í endanum av bókini er tað so Stone sum opererar sín egna son, so hann ‘sker fyri Stone’ – bæði seg sjálvan og sonin. Á donskum eitur bókin Knivens æg. Annað orðaspæl er í navninum á sjúkrahúsinum Missing hospital, sum ordiliga eitur Mission, men afrikanar duga ikki at úttala mission. Missing merkir so eisini burturblivin, horvin ella sum manglar, og tað verður fleiri ferðir sipað til tað tvítýdda ‘Missing people’
Ein stórur partur av bókini fer fram á sjúkrahúsum fyrst í Addis Adeba í Etiopia og síðani í New York. Høvuðspersónar eru tvíburðirnir Shiva og Marion ella dupultpersónin ShivaMarion, og høvuðsevnið er teirra samband, viðurskiftini ímillum eineggjaðar tvíburðir, sum mistu mammuna, tá ið teir komu í verðina og mistu pápan, tá ið hann varnaðist, at mamman var deyð í barnferð, meðan hann royndi at bjarga henni.
Tíðin og samfelagið
Vit eru í Etiopia í seksti-, sjeyti- og áttatiárunum, eitt hernaðarkvett ímóti Haile Selassie verður niðurbart við harðari hond, og seinni, 1974, verður Selassie frákoyrdur og Mengitsu gerst landsins nýggi diktator til 1991, tá ið Fólksins frælsisfylking koyrdi hann frá. Bókin endar 2004. Frælsisrørslan í Eritrea er umboðað av Genet, gentuni sum Marion er forelskaður í, men sum Shiva fer í song við.
Persónarnir
Høvuðspersónarnir eru læknar, pápin (sum rýmir), fosturpápin og fosturmamman og tvíburðirnir sjálvir. Persónslýsingin er fjølbroytt og djúp. Tvíburðirnir Shiva og Marion eru so líkir og tó heilt ólíkir. Men teir eru sum ein vera. Allan uppvøksturin dugdu teir at lesa tankarnar hvør hjá øðrum, tá ið ShivaMarion rann og spældi var tað sum ein fýrbeint vera, altíð í takt og samljóði. Men Shiva hevur nøkur autistisk drøg, hann er flogvit, men dugir ikki at seta seg inn í tankar annara. Alt hjá honum skal vera rationelt, og tá ið hann særir beiggja sín so djúpt, er tað ivaleyst uttan at vita, hvussu meint tað nívir.
Fosturforeldrini Ghosh og Hema eru sera positivt lýst. Tey taka sær av dreingjunum, geva teimum góða barlast og teir sleppa at menna seg. Hema er gynækologur og lærir dreingirnar at ganga til handa á sjúkrahúsinum. Hema lærir Shiva at dansa.
Etiopisk mentan
Hendingar fara fram í Etiopia, og etiopiar eru eisini ímillum personarnar, men høvuðspersónarnir eru úr India, komnir til Afrika at hjálpa við missión og sjúkrahjálp. Tó er tað seinna fremst í huganum á teimum, gudstrúgvin er í teirra gerðum, tey hava ikki stundir at prædika, arbeiða alla tíðina við teimum sjúku. Eitt stuttligt dømi er, tá ið forstøðukonan hevur fund við ein av stuðlunum úr USA. Hann sær ein stakk av bíblium við veggin. Hon sigur “Vit hava fleiri bíbliur á enskum enn tað finnast enskttalandi fólk í øllum landinum, polskar bíbliur, kekkiskar bibliur, italskar bíbliur, franskar bíbliur, svenskar bibliur, eg haldi summar eru frá tínum sunnudagsskúlabørnum. Okkum tørvar heiligvág og mat, men vit fáa bíbliur.”
Sjúkurnar eru serstakar fyri økið, t.d. er umskering av gentubørnum ein stórur trupulleiki. Hetta er eitt., sum Shiva arbeiðir nógv við.
Endi
Bókin er sera spennandi og væl skrivað, einans tær longu frásagnirnar um sjúku, sjúkuviðgerð og skurðviðgerðir helt eg vera nokso troyttandi, men tað er ivaleyst spennandi hjá fólki, sum hevur serliga áhuga fyri slíkum. Men rætt skal vera rætt, summar av teimum pallmyndunum er júst tað mest minniliga í bókini, eitt nú tá ið tvíburðirnir koma til verðina í stórum drama. Ella deyðslýsingarnar av Ghosh og Shiva. Høvundurin er kendur fyri greinir og fyrilestrar um ‘bedside medicine’. Hann sær, at sjúklingurin meiri og meiri bara er til á telduskerminum, skanningarúrslit og grafar eru spennandi, og teldan sjálv finnur paralell dømi úr øllum heimi, og menniskjað í seingini er ikki áhuhgavert. Abraham Verghese sær eisini, at læknar tískil duga ikki nóg væl at arbeiða á sjúkrahúsum, sum ikki hava alla útgerð. Sum dømi um heilivágin ‘words of comfort’ vil eg nevna lýsingarnar av tvíburðunum báðum í einari song, sum eru rørandi og tankavekjandi.
Lagnan og tilvildin og menniskjans gerðir, sum stýra okkara lívi, alt hetta er so sera væl flættað inn í bókina. Gudstrúgv og pátrúgv eru eisini stórur partur av hendingunum, men aldri soleiðis, at trúgvin verður tikin fram um ella í staðin fyri læknavísindi. 534 síður spennandi, rørandi, upplýsandi og uppbyggilig hvat annað kann ein ynskja sær?
No comments:
Post a Comment