Alla tíðina meðan tær riðu, hildu tær eyga við bilinum á vegnum niðri undir. Hann koyrdi kanska 120 km um tíman, men ryssan rann tað dýrasta hon var ment og so fór at muna, nú var bilurin ájavnt við tær, og so fóru tær framum. Maðurin í bilinum visti ikki, at tær jagstraðu hann omanfyri, so hann hevði minkað ferðina nakað. Nú fór gentan at snara rossinum spakuliga oman ímóti vegnum, og við landsfjósið komu tær á vegin beint framman fyri bilin. Rossið stóð beint framman fyri bilin. Maðurin fór at floyta og veittra tær burtur. Men gentan bað rossið verða standandi, meðan hon og Niko fóru av. Gentan fór yvir til bilin og segði manninum, at hann mátti taka ábyrgd av sínum gerðum. Niko var forfard, men hon var eisini sera errrin av gentuni, at hon tordi. Maðurin bleiv illur og fór at tosa um óargalig børn. Hann skuldi nokk fleingja hana, segði hann og kom úr bilinum. Men gentan tók ímóti honum, tók um búkin á honum og lyfti hann upp á ryssuna. –Hjálp, rópti maðurin, sum ongantíð hevði riðið fyrr, -Hjálp eg detti. –Nei, ikki, vissi tú situr stillur, segði gentan. –Nú skalt tú ringja til løgregluna, segði gentan, -tú hevur telefon ha? Nei, segði maðurin, men hann leyg, tí hann hevði telefon í lummanum. Ná, segði gentan, so kanst tú dansa eitt sindur, og hon bað ryssuna dansa, men tá bleiv maðurin so bangin, at hann rópti, jú jú eg havi , eg skal nokk.
Ryssan gjørdi nøkur dansistig, og maðurin neyðhelt sær í faksið. –Og tú skalt syrgja fyri, at seyðurin liggur ikki og pínist á vegnum. –Ja, ja rópti maðurin. Og hann ringdi, og løgreglan fekk fatur á bóndanum, og maðurin skuldi gjalda. Men Niko helt, at tað var eitt sindur synd í manninum, tí hvør skuldi vera á vegnum bilar ella seyður? Men sjálvandi hann koyrdi ræðuliga skjótt, tá ið hann rakti seyðin.
No comments:
Post a Comment