Dec 9, 2014

Tá ið Niko fór til Havnar 10

 

LOYSN 9: Øskudólgur (ævintýr)

Niko fer fram á leið, nú er gott veður, kalt men turt og gott geingi. Sum hon gongur, sær hon hinumegin sundið eina viðarlund, tað man vera Selatrað, hugsar Niko. Trøini stóðu so vakurt grøn, men hvat var hatta. Niko helt seg síggja eitt slott inni í viðarlundini, men tað visti hon, tað kundi ikki passa, tí í Føroyum vóru eingi slott og ongar prinsessur. Hon tók lummalyktina fram og royndi at lýsa yvir um sundið. Jú, hon hómaði tvey hvít torn innan fyri øll trøini, men hon sá ikki sjálvt húsið, so tøtt vóru trøini.

clip_image002

Nú kom ein maður á hestbaki fram til trøini, hann royndi at sleppa ígjøgnum, men trøini toygdu sínar greinar ímóti honum og vundu seg um armar og bein á honum, so at hann hekk púra fastur og slapp ongan veg, brátt kom ein annar riddari, og tað sama hendi, um eina stund hingu nógvir ungir menn fastir í skógargarðinum rundan um slottið, og teir hingu pinnastillir, tað var sum teir svóvu. Nú sá Niko ein ungan mann koma á einum kritahvítum hesti við reyðum saðli, hann hevði eitt gylt svørð í høgru hond. Tá ið hann kom til trøini høgdi hann við miklari megi eftir greinunum, og eitt fyri og annað eftir máttu trøini benda seg til viks, so at hann slapp framvið. -Vaknið, vaknið øll, rópti hann. Og Niko hvakk við, hon var sjálv næstan sovnað, har hon stóð, men nú fór hon aftur til gongu, og hon hugsaði – Tað hevði verið stuttligt at havt onkran at fylgjast við. Hetta er ein langu túrur, og enn eri eg ikki komin til Kollafjarðar. Hevði eg bara havt ein hest, eg síggi alla tíðina hestar, men summir búgva í vatni, og aðrir eru ikki hestar men geitarbukkar. Niko tók aftur urið upp úr lummanum, hon visti ikki, hvussu tað virkaði, men hon visti, at har var okkurt løgið við tí. “Gníggja her”, hon skuldi havt pussimaskinuna hjá pápanum, so hevði hon orkað betur at gníggjað. Hon tók annan vøttin og fór at pussa urið. Tølini flyta seg spakuliga, men tess skjótari hon pussar tess skjótari flyta tey seg, nú eru tey á 1920, hon kýtir seg ordiliga, men tá ið tey koma á 1945, tá er hon púra fyriløgst og má seta seg niður.

No comments:

Post a Comment