Vit ivaðust leingi, um vit skuldu fara til Gjáar, sum vit høvdu ætlað okkum. Serliga tá ið eg mundi ikki sloppið úr aftur Eiriksgøtu við bilinum, hann fekst simpulthen ikki at flyta seg í hálkuni, gleið bara spakuliga inn ímóti garðinum hjá Alvildu. Men so kom Turið við salti og fekk meg burtur haðani.
Tað gekk fínt norður, har var so væl grivið. Vit fóru til jólatræ í dansistovuni, og tað var so sera hugnaligt. Stuttligt at síggja ta lítlu hjá Ástu Mariu, Kristfríð, hon er ein ordilig dukka, so fín og nett.
Vit fingu okkum so ræst kjøt og rótfruktir í Hoygarðinum, og vit siga bara mangatakk Sólrun
Síðani fóru vit inn á gólvið hjá Ásdís og Kristjani Jákup, sum høvdu opið hús. Har sóu vit sjónvarpssendingina frá útoyggjastevnuni við Gjógv, og verturin, Kristjan Jákup, bleiv væl fagnaður, tá ið hann trein á skíggjan. So varð farið húsagongd, og leiðin lá inn til Óla Jákup og Katrin í teirra nýsmíðaðu hús. Stórur blíðskapur.
Tá ið vit fóru til hús, var heldur frægari geingi, men beista hált kortini. Men vit vóru ikki ráðaleysar.
Fagurt veður at koyra til Havnar aftur um hádagin í dag, løgdiu at landi í Funningi, har Elsa borðreiddi við kaffi og køkum, koppastell úr Zurich og lampa úr Leynum, sum breiðir hugnaljós yvir Floru Heilmann og okkum.
Frálíkur jólatúrur, má eg siga.
No comments:
Post a Comment