Dec 3, 2014

Tá ið Niko fór til Havnar 4

LOYSN 3: Robinson Kruso

 

Niko gongur so hugagóð í undirsjóvartunlinum millum Klaksvík og Leirvík við urinum í lummanum. Hon hevur hongt fleiri endurskin upp á seg, bæði aftan og framman og á høvdið og á bæði bein. Hon sær út sum eitt jólatræ, sum er farið til gongu, hvørja ferð ein billykt lýsir á hana.

Hesin tunnilin er breiður og ljósur, har er enntá eitt ljóslistarverk inni, Niko stendur eina góða løtu í tí bláa ljóshavinum og hyggur.

clip_image002

Tá ið eingir bilar eru, er ein egin, løgin friður inni í tunlinum. Hon hoyrir okkurt dryppa, drypp-drypp-drypp, og tað blágrøna ljósið skyggir blunk-blunk í eyguni á henni. Knappliga sær hon okkurt hvítt í tí bláa, tað er ein hestur, og á hestinum situr ein maður í bláum kappa við gullspenni undir øsinum. – Við síðuna av hestinum stendur ein genta, so vøkur sum sólin, síðar gular flættur og reyðan kjóla við gullkantum. Hon rættir manninum eitt vínglas, vínið skyggir reytt í glasinum. –Drekk nú, sigur hon, so verða vit altíð saman. Niko er so spent, hon roynir at krympa eyguni saman til at síggja betur. Maðurin rættir hondina út, og Niko heldur , hann fer at fáa sær at drekka, men alt í einum slær hann glasið úr hondini á gentuni og rópar –Nei, nei! Glasið fer í smæsta smildur, og maðurin vendir hestinum og fer tvísporandi avstað, hógvarnir duna í tunnilsvegginum, tá ið ein bilur kemur við nógvari ferð. Niko hevði verið so spent, at hon hevði staðið og kroyst urið í nevanum niðri í lummanum. Nú tók hon urið upp og sá at pinnurin, tí tað hevði bara ein pinn, vísti á 1105. Hon hugsaði, antin er hatta árið ellivuhundrað og fimm, ella er tað fimm minuttir yvir ellivu. Niko fer aftur til gongu við urinum í lummanum, og hon hugsar um, hví reiðmaðurin var so bráður at sleppa sær avstað, og hví hann mundi ikki vilja hava at drekka.

No comments:

Post a Comment