Havi hildið jólaaftan hjá Turið og Halli, og Magnus og Turið systur vóru eisni við. Tað var stak hugnaligt. Eg fekk eina bók at lesa í og eina at skriva í, so fekk eg hillaknektar og eitt turriklæði og oyraringar og eina húgvu og tvey útiljós, og so fekk eg rundstokkar í øllum støddum, seti her eina mynd av teimum:
Vit sóu sovorðnar Pro-knit rundstokkar á Fanø, tá ið vit vóru á bindifestivali. 8 ymisk nummur frá 3½ til 8 í flottari dós og so sjálvandi stykki millum stokkarnar, sum hoyrir til. Sólrun er fín, tað skuldi ikki undra meg, um hon hevði keypt tað tá í heyst longu.
Frida S. hevur bundið húgvuna sjálv, og við hillaknektunum fylgir ókeypis uppseting. Ein onnur gáva var kalendarin hjá ommu, við myndum av børnunum til hvønn mánað.
Eg kann saktans.
Bloggurin ynskir øllum lesarum sínum gleðilig jól!
No comments:
Post a Comment