Dec 7, 2014

Tá ið Niko fór til Havnar 8

 

LOYSN 7: Reyðhetta (Grimms ævintýr)

Nú gekk Niko á koyrivegnum, nógvir bilar koyrdu bæði suðureftir og norðureftir. Meðan hon gekk, tók hon urið upp úr lummanum og fór at hyggja nærri at tí. Hon vendi og snaraði tí, og aftanfyri á baksíðuni sá hon skrivað “gníggja her”. Ha? Gníggja? OK, hon at gníggja við hondini, men tað hendi einki petti, so tók hon hálsturriklæði at gníggja við, tí tað var so mjúkt sum ein pussiklútur. Hon gníggjaði og føldi, at tað bleiv ordiliga heitt, so hoyrdi hon eitt heilt spakuligt murrandi ljóð, hon vendi urinum, og nú sá hon, at pinnurin var farin at mala, og tølini vóru farin at skifta, tey runnu spakuliga runt, nakað sum tølini í kilometurteljaranum í einum bili, aftaná 9 kom null og so umaftur frá 1. Tess skjótari hon gníggjaði, tess skjótari mólu tølini. Hon bleiv ordiliga móð í hondini av at gníggja, so hon helt uppat, og tá stóð pinnurin á 1835.Løgið hugsaði Niko, man tað vera eitt árstal? hvat mundi henda í 1835 ?

clip_image002

Tað vóru ikki nógv fólk til gongu, men nakað sunnanfyri Áir, sá Niko ein ungan mann, hann var ræðuliga fínur, í bláum eyðkennisbúna við reyðum strikum á buksubrókunum. Hann stóð og gjørdi okkurt beint við eitt træ, sum stóð við vegin so einsligt, Niko var forvitin , so hon fór at ganga skjótari. Tá ið hon kom yvir til træið, var maðurin farin at klíva upp í træið, og nú sá Niko , at ein gomul kona sat við fótin á trænum, hon var avgomul, kundi verið langomma hansara. Niko hugdi upp í træið aftur, men nú var maðurin burtur. Løgið hugsaði hon, hatta má eg kanna, og hon kleiv upp og sá, at træið var opið innan, og mann kundi fara niður í, sum inn í eitt hús. Hon so gjørdi, men tá bleiv hon bangin, tí har niðri sat ein hundur við so stórum eygum sum Vesturkirkjan, hann sat á einum pengakassa, og drongurin stóð har eisini. Niko kúvendi, royndi at klóra seg uppaftur úr trænum. Hon skurslaði sær knøini, men tað legði hon einki í, hon vildi bara burtur frá hasum hundinum. Tá ið hon kom aftur á vegin, segði hin gamla konan –Nú, hevur tú tað? -Hann er har niðri enn, segði Niko, og eg veit ikki, um hann nakrantíð kemur uppaftur. So skundaði Niko sær sín veg, hon hugsaði enn um tann stóra hundin, hvat nú, um hann slapp upp úr trænum?

No comments:

Post a Comment