Dec 10, 2014
Tá ið Niko fór til Havnar 11
(LOYSN 10: Tornarósa, hoyrir til 9. des)
Ein søga um Niko, sum er á veg til Havnar at fara til sjónleik. Hon býr á Viðareiði.
Meðan Niko situr og hvílir seg við koyrivegin á Kjalnesleiðini, nú hoyrir hon dun av hestahógvum aftanfyri seg, hon hugsar, tað man vera ein av hasum riddarunum av Selatrað ella úr Hósvík, kanska geitarbukkurin, men tá ið hon vendir sær við at hyggja, nú er tað ein genta. Gentan ríður fullspeed á einum stórum hesti. Tá ið gentan sær Niko, togar hon í teymarnar og sigur prrrr!!! Hesturin bráðsteðgar. –Hey! Hvat gert tú, hvar fert tú? Spyr gentan . –Eg hvíli meg. Eg fari til Havnar at vitja ommu, og so fari eg til sjónleik, sigur Niko. –Skula vit fylgjast sigur gentan, eg skal til Vestmanna, so kunna vit fylgjast til Kollafjarðar. –Ja, segði Niko, men tú situr so høgt uppi, eg fái næstan ikki prátað við teg. –Jamen tú skalt eisini ríða, sigur gentan. Bukka teg niður, segði hon við hestin , og píkasjey, hesturin legði seg á knæ við frambeinunum og lovaði Niko at gleiva yvir um seg. Meðan tær ríða, práta tær um alt møguligt. Niko er øgiliga glað, at hon er sloppin á hestbak. Tann fremmanda gentan sigur, at hon eigur eisini eina ommu í Havn, men sjálv býr hon í Vestmanna, einsamøll í einum húsum. –Ha einsmøll? Spyr Niko. Ja, tú kanst gott sleppa at vitja meg, men tú mást minnast til at í mínum húsum liggja øll við beinunum á høvdalagnum og høvdinum á fótalagnum. Um tú kemur, kunna vit fara at baka ella fanga tjóvar ella okkurt annað stuttligt. Vit kunna eisini spæla apukatt. –Hvat er tað at spæla apukatt? Spurdi Niko. Tað er at klúgva uppi undir loftinum og kappast við harra Nilson. Niko varð næstan í ørviti, sum henda gentan prátaði. Knappliga síggja tær ein bil, sum kemur við fullari ferð og bremsar við hvínadi bremsum og skreiðir eftir vegnum, tá ið hann steðgar liggur ein seyður pinnastillur framman fyir bilin. -Og píka!, segði gentan, hasin má fara til løgregluna at boða frá, tí seyðurin liggur og pínist, og bóndin skal hava endurgjald.
–Hvussu veitst tú alt hatta? Tað er tí at eg gangi ikki í skúla, men havi av tí sama tíð at fylgja við øllum sum fyriferst. Nú síggja tær, at maðurin koyrir uttan um seyðin og setir ferðina upp. –Píka, segði gentan, hann ætlar at stinga av! Tað skal hann ikki sleppa! Og hon vendi hestinum og segði við hann -Renn! Tí nú ræður um! Niko, mundi dottið afturav, tá ið hesturin knappliga setti ferðina upp, men hon fekk í aðra flættuna á gentuni og helt. Bilurin var ein grønur mazda, og hann fór sum ein pílur eftir vegnum. Rossið var ein grá ryssa við hvítum prikkum, hon fór niðan í hagan og tvísporaði so sama veg – norðureftir.
Subscribe to:
Post Comments (Atom)
No comments:
Post a Comment