LOYSN 8: Eldførið (H.C. Andersen)
Í Hósvík var so øgiligt fólk á gongd. Niko sá, at tey fóru øll í bygdarhúsið. Tey flestu skundaðu sær, nógv av teimum runnu. Niko bleiv forvitin, so hon fór aftaná. Uttan fyri dansistovuna stóðu tvey ross, annað skínandi svart og hitt kritahvítt. Niko hevði altíð ynskt sær eitt ross, hon fór yvir og streyk teimum um snáina, hon hevði so gjarna viljað sloppið ein ríðitúr. Tá sá hon, at ein geitarbukkur stóð eitt sindur burtur frá. Niko fór yvir og skuldi kína honum eisini, men hann sletti við høvdinum og vendi hornunum ímóti henni, so hon skundaði sær burtur. Hon troðkaði seg inn um dyrnar, har var øgiliga trongt, men tá ið hon kom nakað inn í gongina, sá hon inn í dansistovuna. Har sat ein so alvøkur genta og hjá henni stóðu tríggir dreingir. Tveir teirra vóru fínir, í flottum jakka og fjøðurhatti og hvítum hosum og litføgrum hosubondum, annar hevði eina bók í hondini og hin eina fiól. Hin triðji var í stoppaðari troyggju og bøttum buksum, hann var í ongum hosum, men bara í tuflum. Hesin triðji stóð við eini kráku í aðrari hond og eini tuflu í hinari, og hann helt talu. Hann segði, at hann vildi fegin hava gentuna til konu, men fyrst ætlaði hann at kóka hesa krákuna í hesi tufluni, eftirsum at kokkurin longu hevði tendrað komfýrin. Niko hugsaði við sær, at um tú setir tufluna út á ein heita kókiplátu, so kemur eldur í hana, men nú fór Niko yvir til sjálvtøkuborðið at fáa sær breyð og mjólk.
Meðan hon stendur og etur breyð við sjoko uppá, hoyrir hon ein perlandi látur , tað er hin pena gentan, sum flennir. Og nú sær hon gentuna og drongin við krákuni fara rennandi út, bæði seta seg á geitarbukkin, og burtur eru tey. Øll fólkini fóru út í dyrnar at hyggja, men skjótt komu tey inn aftur og fóru at fáa sær at eta.
No comments:
Post a Comment