Nú sá Niko eini stór hús við flagtaki, tey flaggaðu við donskum flaggi. Niko gekk á koyrivegnum, ikki nógvir bilar vóru, bara onkrir lastbilar og treylarar. Uttanfyri gingu menn í grønum klæðum og arbeiddu upp á ein lastbil.
Niko gekk og gekk, mótbrekka var beint í bróstið. Nú mitt sum hon gongur í egnum tonkum og hugsar um jólagávur, nú hoyrir hon onkran rópa. –Hjálp, rópar hetta, men tað ljóðar so veikt og kvalt. Niko sær einki har á vegnum. Hon roynir at ganga eftir ljóðinum og fer av vegnum. Eitt sindur oman fyri vegin sær hon ein posa, ein vanligan eplasekk. Hann stendur upp og niður og band er bundið fyri kjaftin. Tað var løgið, rópið kemur úr posanum. –Halló, segði Niko, -er nakar har? –Hjááálp, rópar í posanum, og Niko sær at hetta livir innaní og stingur okkurt út í posan. Nú fer Niko at royna at loysa posabandið. Skjótt stingur ein drongur høvdið uppúr og kemur so allur úr posanum, í hondini hevur hann eina skeið. –Hvar er hon? sigur drongurin, -Sást tu hana? Hvør? Hvørja? Niko visti ikki, hvat hann tosaði um. Vit mega skunda okkum, áðrenn hon kemur, segði drongurin. Eg búgvi í Kaldbak, hvar fert tú? –Til Havnar, segði Niko, men tað er ræðuligt sum her fór at lukta illa. Ja, hatta gera tær altíð, segði drongurin og var vekk sum eitt fok. Hann rann oman gjøgnum brekkuna niðan fyri húsini við flagtaki. Niko skundaði sær longur fram á vegin, tí tað stinkaði so illa, at hon var næstan kvald.
LOYSN 14: Bíbilsøgan um Jósef og Mariu
No comments:
Post a Comment