LOYSN 4 : Ólavur Riddararós (náttúrukvæði)
Niko helt seg minnast frá landalæruni, at Havnin lá norðast á Eysturoy, so hon fór treystliga at
ganga norðureftir. Men tað var ræðuliga langt, hon hugdi av og á eftir urinum, nú sá hon, at
pinnurin vísti 1230. Hon gekk fram við Norðskála og Svínáum og Ljósá. Nú einaferð kemur hon til
eitt stórt vatn, har sá hon eina rúgvu av børnum, sum spældu á eini fløtu, summi runnu og onnur
sótu og hentaðu lyng, sum tey ætlaðu at brúka til jólapynt.
Nøkur børn sótu á einum lítlum rossi. Tað helt Niko síggja ordiliga stuttligt út, so hon fór rennandi
at spæla við børnini. -Hey kann eg sleppa at ríða eisini? Rópti hon. Men nú hon kom nærri, sá hon
at børnini á hestinum sóu einki glað út, hon helt at tey smæddust hana, so hon rópti aftur – Hey, eg
eiti Nikolina, men øll kalla meg Niko, kann eg... men áðrenn hon hevði talað liðugt, duttu øll
børnini av rossinum. Tey skundaðu sær at reisa seg upp og rýma frá hestinum. Hesturin fór
spakuliga gangandi, og nú trúði Niko ikki sínum egnu eygum: hann fór gangandi beint út í vatnið,
og hann gekk so langt út, at hann fór heilt undir.
No comments:
Post a Comment