Loysn 19: framhaldið av teirri óskrivaðu søguni um ommu Pippi, myndin er av ommuni, sum stendur á hondunum.
Niko bleiv við at hugsa um sjórænaraskipið. Hvussu kundi hon sleppa út har at hyggja? Hon fór oman á keiina, har lá eitt ovurstórt hvítt skip, hon fór til ein mann og spurdi, -Sigla til út í fjørðin? Maðurin gløddi við, -also meinar tú til Nólsoyar? So er tað hatta skipið, og hann peikaði á eitt lítið svart skip, sum lá har. Tað skipið æt Ritan. Nú visti Niko, hvussu hon skuldi spyrja – sigla tit til Nólsoyar? Ja, um eina lítla løtu, segði maðurin, sum arbeiddi umborð. Niko fór umborð á Rituna, og skjótt fór Ritan skúmandi av Havnini. Niko stóð úti á dekkinum, og tá ið sjórænaraskipið var í eygsjón sprakk hon upp á brúnna til skiparan og segði -her skal eg av! Skiparin hugdi púra býttur at henni –heldur tú at hetta er ein fjarðabussur við stoppistøðum? Nei, tú sleppur ikki av, far niður undir og set teg! Niko bleiv bæði ørg og forskammað, hon hevði hildið , at Ritan virkaði sum ein bussur á havinum. Hon fór ut aftur á dekkið at hyggja at sjórænaraskipinum. Har sá hon eina ræðuliga sjón: upp við mastrini stóð onkur bundin, hann var í grønum klæðum og rundan um hann gingu sjórænarar og garteraðu. Knappliga blivu allir stillir og stillaðu seg á rað og nú kom ein stórur maður í fjaðrahatti við svørtum skeggi út á dekkið á sjórænaraskútuni, tað mundi vera skiparin, tí at hann gav boð og skeldaði og peikaði upp í luftina við hondini og við... ja Niko sá tað týðiliga við einum króki! Hann hevði ein krók til hond. Niko hugdi upp har, sum maðurin og allir sjórænararnir hugdu og sá eitt ljósareytt flogkykt við lýsandi veingjum. Sjórænararnir fóru allir at royna at skjóta eftir hesum, men tað fleyg burtur. Nú fleyg tað tætt yvir til Rituna –Hey! Rópti Niko, hey, hvør ert tú, hvat gera tit á sjórænaraskipinum. Flogkyktið fleyg ímóti Niko og hekk í leysari luft beint framman fyri Niko. Vinur mín er fangi, og ....
No comments:
Post a Comment