Dec 6, 2014

Tá ið Niko fór til Havnar 7

LOYSN 6: Risin og kellingin (føroysk søgn)

Tað var ein øgiliga langur teinur at ganga til brúnna, tað var farið at kava, og Nikolina var nokso móð. Hon hevði gist á Eiði, men var farin heilt tíðliga upp fyri at kunna ganga, meðan tað var ljóst. Hon var farin upp í sólarrenningini, og tá ið hon steig út á trappusteinin, kom sólin akkurát upp, himmalin var reyður og gulur. Sum hon stendur og nýtur sýnið, hoyrir hon eitt andskræmiligt skríggj –Flýttu þér, sjáðu sólina! Hon bleiv illa við, men aftaná var púra kvirt, so var hon farin til gongu suðureftir tann vegin, sum fólkini høvdu greitt henni frá, at Havnin var.

clip_image002

So nú gekk hon á brúnni, eingir bilar vóru enn, tí klokkan var ikki meiri enn 7 á morgni. Av brúnni sá Niko yvir á Nesvík, og har var onkur uppi sá hon, ein smágenta gekk í fjøruni og hentaði skeljar. Hon var í reyðari húgvu og stríputum sokkabuksum. Mamma hennara stóð aftanfyri hana við eini tasku, -Hvat gert tú? spurdi hon gentuna. –Eg henti skeljar til ommu, hon kann brúka tær at pynta við í urtagarðinum, og so ætli eg mær eisini at taka lyng í haganum, so kann hon gera sær eina jóladekoratión. –Ja, men nú skalt tú fara, nú er dagur komin, hygg tak taskuna, ynsk ommu góðan betring og heilsa henni frá okkum. Ja mamma, segði gentan. So fór gentan beina leið niðan í hagan, tí hon skuldi vitja ommu sína, sum var sjúk. Omma hennara búði á ellisheiminum í Streymnesi , og tey plagdu bara at ganga gjøgnum hagan. Niko fór aftaná við urinum í lummanum. Nú sá Niko, at gentan legðist at henta lyng, hon stappaði lyngin í taskuna. Meðan gentan liggur á knæ og slítur lyng, nú kemur ein gomul kona til hennara. –Hvar fert tú lukka. –Eg fari at vitja ommu, tí hon er sjúk. –Hvar býr omma tín lukka? spyr hetta, men Niko helt, at tað var ikki ein kona, men okkurt, sum var latið í sum ein gomul kona, tí málið var so undarliga hart og grovt. –Hon býr......nei tað sigi eg ikki, og nú má eg skunda mær, segði gentan, og burtur var hon. Tá sá Niko , at konan læt seg úr frakka og húgvu og hárið og nøs og øllum og hvarv niðan í mjørkan.

No comments:

Post a Comment