Nov 14, 2013

Skýming á Sunda bókasavni

Sunda bókasavn helt norðurlendsku bókasavnsvikuna við at bjóða til skýmingarløtu á bókasavninum. Á skránni var lesiringar og upplestur. Sólrun Michelsen las úr síni nýggju bók., og eg segði hetta, um mínar royndir við lesiringum:

Mín gamli (frá 2004) bókaklubbur eitur Bókastev....vit hava gott stev, tað merkir ikki, at vit altíð sklula vera samdar..men stevið er samrøðan, at allar taka orðið, at allar fáa sagt tað, tær ætla. Navnið er inspirerað av, at lesibólkurin er ein kvistur av einum dansifelag. Eg eri lærari í føroyskum og enskum, í báðum lærugreinum lesa vit skaldskap og greina og tulka og royna at skilja og gerast klókari. Tað var nokk tí, at eg var so heppin at verða biðin koma í henda bólk, tær hugsaðu, at eg skuldi vera leiðbeinari onkusvegna. Tað hevur nú verið hvørki so við leiðbeining, vit hava ein sera flatan leiðslustruktur, ongin formaður er, og ikki karakterir og protokoll. Vit hittast eina ferð um mánaðin og eta nátturða og práta uppá skift heima hjá hvørji aðrari. So bindiklubbalíkskapur er.
Hin bókaklubburin er á Býarbókasavninum, har havi eg bert verið einaferð. BBS hevur gjørt fleiri lesiringar (t.d. klassikarar, krimi, William Heinesen, tann góða bókin, norðurlendskar bøkur). Vit hittast eisini einaferð um mánaðin. Ein bókavørður av BBS er við í bólkinum, og hann læt okkkum nøkur góð ráð, hvussu bókafundirnir kundu vera...vit skula hava orðastýrara, vit skula hyggja at tema, persónslýsingum, bera saman við onnur verk osfr. 

Hvør er í bókaklubbum?

-          Tað er nokk ikki ov nógv sagt, at tað eru flest konufólk í hesum lesiringum. Konufólk hevur frammanundan traditión fyri bindiklubbum, so tað er so líkatil.

-          Harafturat er meðalaldurin rættiliga høgur, hugsi eg. Tað er nokk so, at tá ið tú kemur upp í árini, so fært tú betri stundir at íðka egin áhugamál.

-          Í bókastevi kendust vit frá dansifelagnum (ikki allar tó), í hinum bókaklubbinum hjá mær, sum nú er farin í pausu, er ein ávísur fakbólkur sterkt umboðaður, tær kendust vist úr arbeiðinum. Tað serliga við BBS bólkinum er so, at har kennir tú ikki fólkini frammanundan (ofta gert tú tað kortini)

Hvussu velja vit bøkurnar?

-          Vit avgera frá ferð til ferð, hvat vit lesa, tó hava vit onkuntíð havt fleiri bøkur á skránni. Summar eru raskar at fylgja við, hvat kemur út, ella hvat fólk tosar um. Vit lósu t.d. Kim Leine (í des 12), eitt ár áðrenn hann fekk prísin!

-          Onkuntíð hevur ein í bólkinum lisið eina góða bók og fær so hinar at lesa hana eisini.

Hvat lesa vit?

-           Í Bókastevi hava vit lisið allarmest føroyskt, tá ið vit byrjaðu var ætlanin júst at lesa føroyskar bøkur. So í eini 6-7 ár lósu vit bara føroyskt, síðani hava vit lisið nógvar norðurlendskar bøkur og einstakar aðrar (Tolstoj, Oksanen, Amy Tan). Vit hava eisini sæð sjónleikir saman.

-          Í BBS ringinum hava vit jú ein bókavørð J, so eg hugsi at hann hevur fingurin á pulsinum, hava lisið ein úr Irak og nú lesa vit ein úr Etiopia...so fyri mitt viðkomandi koplementera báðir klubbarnir hvønn annan á perfektan hátt.

Hvussu ganga ‘fundirnir’ fyri seg?

-          Vit hittast eina ferð um mánaðin heima upp á skift, plaga at vera frá 6 til 9-10, so fáa vit nátturða og práta. Stundum er ein, sum frammanundan hevur lovað at leggja fram fyrst. Vit hyggja at bygging, persónslýsing, tema og myndamáli. Onkur er, sum hevur skrivað sær okkurt niður, sum hon ikki skilti, onkur hevur valt eitt gott sitat at luta við hinar. Onkur hevur funnið og tulkað myndamál.

-          Nú havi eg bara eina ferð verið á BBS, vit høvdu orðstýrara og byrjaðu við eini ‘rundu’. Síðani kom hvør við tí, sum hann ella hon helt vera áhugavert.

-          Óneyðugt er at siga, at um fundirnir skula eydnast, má fólkið hava lisið (uppá), akkurát sum í skúlanum. J

-          Munurin á tí ‘privata’ og á hinum meiri almenna er júst tað, privat prát sleppur eisini upp í part, tá ið tú situr heima hjá fólki...ivaleyst er tað bæði ein fyrimunur og ein vansi, ofta mega vit taka í nakkan á okkum sjálvum til at fáa bókina á breddan aftur. Men tað at lesa eina bók og uppliva eina bók kann eisini vera ein sera persónlig uppliving, bókin kann raka okkurt júst í tínum lívi , og tá kann eitt intimt forum hóska væl.-           

Hvat fær mann burturúr?

-          Ja, tú fært í lag at lesa bøkur. Hvussu ofta leggja vit ikki eina bók á náttborðið ella eina hill og ÆTLA okkum at lesa hana? Um tú nú skal lesa hana til ein ávísan dag, so fært tú tað gjørt...

-          Tú fært meiri burtur úr bókunum, tá ið tú hoyrir, hvat onnur hava fingið burturúr. Tú kanst eisini lesa ummæli ella lurta eftir ‘In mente’ . Vit gera ofta bæði og so kjakast vit eisini um ummæli. Og so skriva vit eisini ummæli, tey koma so á bloggin , viðhvørt langar, viðhvørt stuttar umrøður.

-          Persónliga havi eg fingið nógv burturúr at lesa saman við vaksnum fólki, nógvar av bókunum havi eg lisið saman við næmingum gjøgnum árini, og tað er ikki tað sama. Bæði vera tulkingarnar meiri fjølbroyttar og konteksturin ella referensuramman er ein heilt onnur. At lesa Gráglómur saman við sjúkrasystur ella lærara, sum hevur við børn at gera, ella Í havsins hjarta  saman við einum persóni, sum plagdi at vitja hoydalsfamiljuna uppi á Hálsi..tað er ikki tað sama.

-          BBS – viðvíkjandi fremmandum bókm. er tað mest upplagda svarið, at tú fært víðkað tín sjónarring,  fært eitt nýtt perspektiv á slíkt tú hoyrir í tíðindunum.

Endi. At lesa bøkur er at kunna seg við onnur menniskju ónd og góð, at kunna seg við menniskjaligar relatiónir og viðurskifti í samfelagnum/heiminum.

No comments:

Post a Comment