Eitt slag av dinosauri, sum er til enn enn, er Sóljusaurarnir. Teir eita sjálvandi eita so, tí at teir elska sóljur. Ongir aðrir dinosaurar eru til longur í Føroyum. Henda søgan er um sóljusaurin Tentakluss. Hann elskar eisini sóljur, men sóljur eru mest um summarið, so tað er ikki altíð lætt at finna føði um veturin, so Tentakluss er næstan altíð svangur og gongur altíð og leitar eftir onkrum at eta. Og ofta má hann eta okkurt, sum ikki er sóljur. Tentakluss býr sum oftast í einum træ, men tá ið veðrið leikar í, krýpur hann úr trænum og finnur sær skjól aðrastaðni. Einaferð sníkti hann seg inn í ein bil at kroka.
Men tá var hann ræðuliga bangin, at fólkini skuldu koma og finna hann.
Men nú er vetur, og Tentakluss situr í sínum blaðleysa træ. Men nú hugsar Tentakluss, at hann má fara at leita sær eftir mati onkra aðrastaðni, so hann krýpur niður úr trænum og fer at leita.
No comments:
Post a Comment