Hvussu skula vit sleppa at síggja eitt jólatræ? Kenna vit nøkur fólk? Tjaa, vit kunna kanska royna at finna vinir millum fólk, ja børn meini eg. Eg veit! segði Reyðfinna, vit fara at leita á einum spæliplássi ella í einum barnagarði, har eru nógv børn. Gott hugskot Reyðfinna! segði Tentakluss.
Hygg har er eitt, halló! ert tú eitt fólk ???
Nei, eg hugsi ikki, bíða har er eitt annað:
HALLÓÓ! Ert tú eitt fólk, sum pyntar jólatræ?
Nei, eg veit ikki, hetta sigur ikki eitt orð. Men hygg, kom inn í hetta húsið, kanska vit síggja okkurt. Halló, ert tú eitt fólk??? Ja, hetta svaraði og segði okkurt, og Tentakluss og Reyðfinna fingu bæði eitt klemm og sluppu at hyggja at bókum, sum har vóru.
J
Men vit skuldu jú finna ein barnagarð….hygg har eru smærri fólk, kom skunda tær. Og bæði fóru skríðandi millum trøini og hittu trý smá fólk. Teir fingu sama spurning, um teir vóru fólk, og teir søgdu, at teir vóru dreingir og itu Aron, Búi og Emil, men teir eru 8 ár, so teir ganga ikki í barnagarði, men Reyðfinna slapp at spáka á høvdinum á teimum, so at hon skuldi vita, hvussu eitt fólk følist.
No comments:
Post a Comment