Dec 16, 2013

17. des. Tá ið ljósið fór

Eitt kvøldið tá ið Tentakluss og Reyðfinna sótu í sínum blaðleysa træ

073

og hugnaðu sær, bleiv knappliga kølamyrkt. Ja, ljósið fór. Ikki at tey hava nakran streym soleiðis í trænum men beint við eru jólaperur og gøtuljós og húsaljós og alt hetta slóknaði við eitt bumm:

untitled

Also tað er óhugnaligt, segði Reyðfinna, einki ljós. Jamen hygg har, har er ljós segði Tentaklus, ljós og litir. Mammasta hvat er hatta stóra? Er hatta eitt skrímsl. Nei, hatta er ljós og litir, sært tú ikki? Nei, eitt skrímsl við hundrað munnum, hygg tær gulu tenninar. Nei, nei tú tekur feil, hatta er bara okkurt systkinabarn hjá Fræniri

074072

Ja hatta er nokso flott, hygg har er ein afturat, heldur tú hetta eru systkinabørn hjá Fræniri eisini. Ja, skula vit fara at biðja teir koma at spæla blunda og krógva í myrkrinum?  059

Also hann er so stórur, at hann koppar næstan trænum! Ansa eftir..068

No comments:

Post a Comment