Endiliga høvdu tey funnið fram til ein barnagarð, á sum har var fínt, ljósini lýstu langa leið, jubbiii! her eiga at vera nógv børn, segði Reyðfinna, kom og skundið okkum inn. Og rætt hevði hon, børn vóru allastaðni í øllum stovunum vóru børn, og tey høvdu stuttlig leiku at spæla við, Reyðfinna og Tentakluss vildu sleppa at royna alt. Tey koyrdu í dukkuvogni, og tey spældu í køkinum at kóka døgurða…ansa eftir Tentakluss, at tú brennur teg ikki, og so var eisini eitt so stuttligt dukkuhús, sum tey sluppu at prøva at búgva í. Reyðfinna hugdi út av tí ljósareyðu altanini, og Tentakluss var á tí grøna pallinum uttanfyri.
Og nú fingu tey vinir, her síggja vit vinin Herbert saman við báðum.
Og Tentakluss og Reyðfinna hugdu, um nakrir sóljusaurar vóru ímillum dinosaurarnar har á gólvinum.
Og her eru Bjørt og Magna saman við teimum. Sum hetta var ein stuttligur dagur.
Og tey hava fult av bókum við stuttligum søgum, og tað ber til at gera forðabreyt, men tað var nokso ringt at klára breytina, tí sóljusaurar hoppa ikki.
Á hygg Reyðfinna, segði Tentakluss, skula vit ikki fara at ganga í barnagarði, so fáa vit eisini eitt sovorðið kul skáp. Eg veit ikki, ganga sóljusaurar í barnagarð? Eg veit ikki, um tað er lov….men eg fari í hvussu er heim til Herbert og Magnu at spæla, tað er púra vist, munnu tey eiga nakað at spæla við??
No comments:
Post a Comment