Tentakluss var ein dagin so sera troyttur av at leita eftir mati og av at vera einsamallur, hann helt til í einum træ við ongum bløðum, bara brúnar, berar greinar, sum vóru alt ov harðar at eta.
Knappliga sá Tentakluss eitt, hann bleiv heitur um hjarta, var hatta ikki ein sóljusaurus?
Hatta morreyða og grøna og reyða? Tentakluss krympaði eyguni saman til at síggja betur, so ók hann nærri, hetta lá innanfyri ein rút. Tað var løgið hugsaði Tentakluss, eg hevði aldrin klárað at búð inni í einum húsi, men eg má fara at heilsa upp á handan sóljusaurin. Hann fór at veittra og rópa, hey!! ert tú ein sóljusaurur? Kom og spæl! Tentakluss sníkti seg inn í húsið, men hann bleiv stórliga vónbrotin, tá ið hann sá, at sóljusaurusin, sum hann hevði sæð, var ikki livandi, men eitt plagg, ein bundin vestur. Og vesturin svaraði ikki, tá ið Tentakluss talaði á hann.
Tí at klæði duga ikki at tosa, ikki í hesari søguni. Vesturin lá á eini sofu og hvíldi seg - tað helt Tentakluss. Men klæði hvíla seg nokk heldur ikki, ikki í hesi søguni.
No comments:
Post a Comment