Í ár fluttu Turið og Hallur í nýggj hús í Havn og so flutti eg úr mínum húsum í Eiriksgøtu har eg havi búð síðani 1979, tá ið vit keyptu húsini úr búnum eftir ommu í Havn. Eg havi eisini verið fleiri herligar uttanlandsferðir í ár. Og síðani summarferouna havi eg verið í farloyvi og livað sum pensionistur… eitt perlulív. Myndirnar eru valdar ur túsundtals myndum, sera torført at velja. Fari at gera eitt tilsvarandi úrval á dalssíðuni í morgin. GOTT NÝGGJÁR ALLIR BLOGGLESARAR!
Januar. Helena Fríðheim hevði dukkusjónleikin Babylon. Sera góð sýning, hugtakandi dukkur og leiktjøld.
Ferbruar. Landsdansistevna fyri børn í Norðurlandahúsinum.
Mars. Magna ger útferð á pallinum í Eiriksgøtu, og vit spæla í kavanum.
Apríl. Frida Sofía í veitlsu í Dali, Madeleine var í skúla í 2 vikur í Før. Halda páskafrí í Oyes.
Mai. Nevndararbeiði endar í Áarstovu, og hoyra ævintýr í NLH.
Juni. Síðsta skúladag saman við fráfarandi rektara, og upplivdi ítoyggjastevnu á Kirkju.
Juli. Ólavsøka, ólavsøka, ólavsøka, og brúðarparið er avmyndað í Barcelona.
August. Minnisvarði avdúkaður á Skarði, hitti nógv skyldfólk.
September. Berlinmúrur og Utopia í Havn.
Oktober. Vikuskifti i Reykjavík og fletting við Gjógv.
November. Lítli Tyrni Sølvason og systkinabarnið diddan hjá Marju og Brian. Og jólasták.
No comments:
Post a Comment