Nú ið Tentakluss aftur var væl til passar, fór hann at hugsa, at tað hevði verið fínt at havt onkran at spæla við. Hvussu finnur mann vinir? Kanska tú hevur systkinabørn, so eru tey ofta tínir vinir, men Tentakluss hevði ongi systkinabørn. Kanska tú gongur í barnagarð ella í skúla, so hevur tú kanska vinir har. Men Tentakluss gongur ikki í barnagarð og heldur ikki í skúla. Tað ber eisini til at leita internetinum á onkrari FINNVINIR síðu, men Tentaklus eigur ikki teldu. Men hann kann gera eitt, hann kann senda eitt bræv! Og Tentakluss skrivar eitt bræv til felagið FINN VINIR.
Í brævinum stóð: Kæra felag, eg eri so einsamallur, er nakar sóljusaurur í tykkara felag? So hevði eg gjarna viljað hitt hann ella hana. Vit kunna spæla saman og eta sóljur saman. Brævið legði hann í postkassan. Og so gekk hann allan dagin og mól um postkassan at vita, um nakar kom eftir brævinum, og jú ein postmaður kom og stappaði brævið í taskuna hjá sær. Men so skuldi hann aftur bíða.
No comments:
Post a Comment