Dec 17, 2013

18. desember Eitt óhapp

 

Aftur í dag fara tey ævintýrferð, og nú finna tey hesa stóru hvítu kistuna, sum stendur opin. Hvør man hava gloymt at lata hana aftur?

042Ja, hvat var hatta stór hvíta, sum stóð og gapaði har? Tað mega vit fara at kanna, segði Tentakluss, 043028og hann og Reyðfinna og Serpens fóru øll trý at royna at hyggja niðurí. 

029

Ansa eftir! Dett ikki! Far ikki framav! Og so hendi tað, sum ikki mátti henda Reyðfinna datt niður í kistuna, og lokið smekkaði aftur. Hjálp! rópti Reyðfinna,her er so kalt! Men tað hoyrdu hini ikki, tí at lokið er so tjúkt. Sum Tentakluss var harmur, hvat skuldi hann gera. Hann mátti ordfiliga hugsa seg um, tí Reyðfinna mátti fáast uppaftur. Hann hugdi rundan um seg, og píkarill hvat sá hann tá ? Hann sá ein tveir, tríggjar nei 4 ormar. 038

041

Hey! rópti hann , hvørjir eru tit? SHISSSSSSALLÒ! søgdu ormarnir, vit eru Serpentina, Serpulla og Reptilus og Repitilliana. Ja, tit líkjast eru tit systkin? SSHHHHJA. Kenna tit Frænir?

035

Á ja ja, hann er systkinabarn okkara…Kunna tit so hjálpa mær at lata hesa kistuna upp? Tí vinkona mín er dottin í hana? SHISSSJA. Kom vit taka øll á í senn! Eitt, tvey, trý og so fingu tey lokið upp. Tentakluss tordi næstan ikki at hyggja, Reyðfinna! segði hann, ert tú har??

044

Brrr, brrrr! hoyrdu tey bara, ti at Reyðfinna fekk einki sagt, so køld var hon. Kom upp Reyðfinna! Men nú sá Tentakluss nakað, sum hann kendi, eehh góða kanst tú taka ein sunlolly við til mín?

047

Brrrr segði Reyðfinna, hon gav honum ein, men hon skuldi ongan hava, tí at hon var so køld. Men seinni fóru Tentakluss og Reyðfinna at balla seg framman fyri sjónvarpinum, og tá var lagið betri.

002

No comments:

Post a Comment