Tentakluss fór spakuliga skríðandi gjøgnum býin, so við og við tornaði hann nakað, men hann var enn kaldur, nú var eisini fara at kava, og nu var hann blivin ordiliga svangur aftur.
Hann skimast, um ikki onkustaðni er ein opin hurð ella eitt vindeyga, so at hann kann sleppa inn í hitan. Og jú sanniliga, har var ein opin hurð, og Tentakluss smeyg sær inn.
Á sum tað var gott at sleppa inn í hitan! Tentakluss fór at snodda seg fran inni, og her luktaði so væl, so søtt og frískliga. Og har, á borðinum stóð matur til hansara. Tað sá út sum tað var ætlað honum, men tað var annars til børnini, tá ið tey komu úr skúla.
Men Tentakluss fór beinanvegin at fáa sær appelsin, og omaná drakk hann vatn. Tað var nokso ringt at fáa proppin av fløskuni men tað gekk!
Sum tað var gott at fáa at eta, og nú var Tentakluss mettur og væl settur og ikki kaldur longur.
No comments:
Post a Comment