Dec 7, 2013

8. desember–Tentakluss

Í dag verður aftur ein góður dagur, Tentakluss skríður niður úr trænum og fer út at vála. Okkurt stuttligt man vera at síggja.P1020672 - Kopi

HMMMM! Eitt runt hol, hvat man vera har niðri? Men far nú ikki´heilt út á kantin Tentakluss! Oy! DETT IKKI! Men Tentakluss datt niður í holið, og har var so myrkt, púra kolsvart, og so var tað vátt eisini. Tentakluss royndi at fara til gongu, tí innan í holinum var eitt avhús, sum mann kundi fara inn í. Tentakluss gekk og gekk, hann gekk so leingi, at hann byrjaði at kenna seg svangan aftur. Allar sóljurnar og lupinudessertin vóru nú uppi.

untitled

Og sum her var myrkt og vátt og nokso hált eisini, Tentakluss vildi illa gráta, men hannbeit tenninar saman. Hann mátti ansa eftir ikki at glíða, men hvat var hatta? Var tað eitt ljós har lant burtur?

untitle2d

Ja! og nú fór Tentakluss at skunda sær, hann ók við fúkandi ferð, ja onkuntíð skreiddi hann á búkinum. Tí sóljusaurar hava ikki bein. Ljósið kom úr einum holið høgt uppi, men hurra! har var ein stigi, og Tentakluss slapp upp úr holinum aftur!! Og hetta var tað hann sá, eitt stórt hvítt hús, ein grótmann og ein bil, og bilurin kom koyrandi tætt framvið Tentakluss, sum stakk høvdið upp úr holinum. Men Tentakluss var illa fyri, hann var vátur og kaldur og skitin.

018

Men hvagar skuldi hann fara, hann mátti finna eitt stað, har hann fekk hita aftur í kroppin.

No comments:

Post a Comment