Tentakluss gleðir seg til í dag, tí í dag fer hann at koyra traktor. Sjálvur. Hann veit um ein traktor, sum stendur tætt við, har hann býr, og hann ætlar at læna traktorin, kanska onkur kemur at spæla við hann í dag? Kanska onkur, sum sær hann koyra traktor?
Tað er sooo stuttligt at koyra traktor, Tentakluss heldur í róðrið við munninum, tí at hann hevur ikki hendur, men tað ber fínt til. Men so knappliga fær hann so nógva ferð, hann ferð rullandi við fullari ferð omman gjøgnum eina brekku, og píka sjey, nú var hann bangin. Men so fekk hann tað hugskotið at hoppa av. Hann sprakk av traktorinum og endaði í mjúkum grasi, einki ilt.
Í dag var ein góður dagur, ikki svangur og hevur spælt stuttligt allan dagin. Nú er gott at sleppa heim í træið.
No comments:
Post a Comment