Ein dagin segði Tentakluss við Reyðfinnu, at hon mátti koma at heilsa upp á Frænir. Hvør er hann, spurdi Reyðfinna. Tað er ein ormur, sum eg kenni, segðiTentakluss, hann elskar at spæla sjónleik. Hvat er tað, spurdi Reyðfinna? Lata seg í klæði og spæla at vera onkur annar, segði Tentakluss. Men eg elski at spæla í kavanum segði Reyðfinna, skula vit fara at gera kavamann? Ja! vit biðja Frænir koma við.
Hey Frænir! Hetta er Reyðfinna, vit eru vinir og búgva saman, kemur tú at gera kavamann? Tjaaa, tað kann eg, men aftaná skula vit spæla sjónleik! OK!
Og so fóru tey ar byggja ein kavasaurus. Frænir spurdi, hvat hatta vóru fyri pinnar á kavamanninum, men tá svaraði Reyðfinna: “Sært tú ikki at hatta eru finnur, tí hann er ein sóljusaurus?” Á jú segði Frænir. Men tavadenn, tað er strævið við hesum kavanum, skula vit ikki fara inn nú, spurdi Frænir, hann var næstan druknaður í kava. Og so fóru tey inn at spæla.
No comments:
Post a Comment