Dec 30, 2013

Trýstroynd

Nú eru húsini á Suðuroyavegi trykkprøvað ordiliga. Fyrst var stormur og ódn í fleiri vikur. Tað gav 1. karakter fyri fysiskt mótstøðuføri. So var tað tann menniskjaliga ódnin, ballið 2. jólakvøld, í tí føri skoraðu húsini ikki topp karakter. Tað hoyrdist sera væl í íbúðini, hvat tey høvdust at í stovuni hjá Halli og Turið. Well,tað verður nokk ikki á hvørjum sinni, at so nógv systkinabørn og teirra makar halda sær á gleim. Eg var bara fegin at  hoyra, at tey stuttleikaðu sær.
044039
Nú eru jólini av, og børn og barnabørn fara av landinum. So er gerandisdagur aftur, og eg gleði meg at síggja tey aftur í vár ella í summar. Sum mamma og omma hugsi eg bara: gott at tey hava góða familju og trívast har, tey eru. Og ikki at gloyma: eri so takksom fyri tey, sum eru her hvønn dag.

100
184
182
064

No comments:

Post a Comment