Nú var Tentakluss aftur einsamallur, hann var so svangur eisini.
Nú fór Tentakluss aftur út at vála og leita eftir mati, grót er ikki etandi, ikki í hesi søguni. Men gróti var nóg mikið av, og garðarnir eru stuttligir at skríða á tú kanst hoppa av: eitt tvey trý og hopp! Og tað ber til at fara ímillum steinar. Og Tentakluss fór inn í eitt gróthús ímillum steinarnar, og hvat sá hann? Har hingu krov rað á rað, hvussu man hatta smakka hugsaði Tentakluss. Hetta eta fólk, tey kóka tað og eta tað, hatta má eg royna, hugsaði Tentakluss. Hann kreyp upp á bitan og skreið yvir ímóti kjøtinum.
Nei, nei hatta er nokk ikki sóljusauraføði, eg má heldur sleppa mær út, hugsaði Tentakluss og kreyp út ímillum steinarnar. ‘Sum eg eri svangur’ segði Tentakluss, eg má fara at leita eftir mati.
No comments:
Post a Comment