Herligur jólaaftan, 16 til borðs, øll míni børn og teirra familja. Stuttligt at vera í nýggjum húsum og kunna fara um hornið inn til sín sjálvs. Og vita tit hvat, eg fekk eitt sjónvarp í jólagávu. Hvussu feitt er tað? Superfeitt!
Óbetaliligt at síggja Magnu pakka jólapakkar upp, óspilt kensluútlát, andlitsbrá, sum sigur alt. Og maturin, ja hann mátti fingið ein heilan blogg fyri seg.
Well, jólini eru ikki av, síggi stóran part av familjuni í dag í víðkaðum systkinabanrnaballi. Gleði meg.
Siðbundin jólamynd av mínum átta.
No comments:
Post a Comment