Dec 13, 2013

14. desember Tentakluss fer til handils

IMG_6396 - Kopi

Og nú er Tentakluss ikki longur einsamallur, og hann er so glaður. Reyðfinna er komin at vitja hann, og tey búgva nú bæði í tí blaðleysa trænum. Tá ið tey eru svong finna tey altíð okkurt, sum tann dagin tey fóru inn í ein handil at keypa. Har var mangt at fáa, bæði slíkt sum børnum dámar og tílíkt, sum sóljussaurar eta.

P1020683 - Kopi

Tentakluss visti ikki,hvussu bomm smakka, so hann mátti royna øll, hann smakkaði mentol, hindber, lakress, karamell, súr, grøn, rund, tríkantað men tey smakkaðu ikki væl. 

P1020682

Men so sá hann eina stóra hill við frukt, ummi nammi namm! Og nú slapp Tentakluss at velja millum grøn og reyð súrepli og gular bananir, nei tey høvdu ongar reyðar bananir….P1020680 - Kopi

Men so var eitt sum líktist appelsin, men tað var í fløskum, og tað visti Tentakluss ikki hvat var. Vita tit? Ja,tað var djús.P1020675 - Kopi

Men vatn tað er tað besta, men her er so grúuliga kalt í kølaranum, slepp mær burtur, meðan væl er!P1020673 - Kopi

 

Tað var ein spennandi túrur, og Tebntakluss betalti við VISA korti…ha…nei tvætl, hann fór bara út úr handlinum, tá ið hurðin stóð á gloppi.

P1020686 - Kopi

No comments:

Post a Comment