Jan 5, 2014

Teldil og bátur

Mamma! Kann eg spæla teldil? Nei góði. Mamma, kann eg fara at vitja ommu (hatta má vera mamman at allari eufemismu!)? Ja góði!
Og um morgunin hoyri eg smáar føtur uttanfyri, og so bukar á dyrnar, omma kann eg spæla teldil? So situr hann og spælir og tosar fyri seg sjálvan…onkuntíð vísir hann mær, hygg omma eg havi hasa freku apuna, hygg omma eg fari at keypa triks. Eg spyrji, um vit skula fara til byrgingina við tí fjarstýrda bátinum, ja sigur hann, eg veit ikki hví eg segði nei í gjár, sigur hann, tí eg spurdi eisini í gjár, og tá fór eg einsamøll.  Omma kann eg sleppa at vassa í tínum gummistivlum? Ja, sigi eg. Teldilin ljóðar dinge.dinge-ding-kipp,kipp-dinge,dinge,ding-kipp,kipp.
008
Og vit sigla til Íslands,
015
men báturin leggur seg á liðina og vil ikki  longur, sum vit vilja, og hvør ein løta og hvør ein stund mót stóra fossinum dregur. Men vit fáa hjálp, okkara hetja vaðar út og bjargar øllum.
018


No comments:

Post a Comment