Men teimum øllum dámdi bókina væl, sjálv haldi eg, at har hendi ov lítið. Jú hon var nokso stuttlig handa Kolfinna og vinkonan Mathildur eisini. Kolfinna mennist nógv í bókini, hon lærir nógv um menniskju og samfelag við at vera vaskikona í 4 ymiskum húsum í Reykjavík.
Sum vaskikona verður Kolfinna lítið vird, og menninir, sum hon vaskar hjá - annar advokatur og hin biologur, gera seg upp og eyðmýkja hana á ymsan hátt, samstundis sum teir girnast hana. Men Kolfinna er ikki so at syfta, hon hevur dreymar, men sær, áðrenn tað er ov seint, at dreymurin gongur ikki út við bara at fáa sær ein ríkan mann við húsum fullum av bókum og málningum og persiskum teppum.
Bókin var uppseld á íslendskum, so vit lósu allar á donskum.
No comments:
Post a Comment