Eg fái reyðar prikkar, tá ið føroyskir rithøvundar kalla Føroyar tað lítla landið mitt úti í Atlantshavi, ella tær 18 smáu oyggjarnar mitt í havinum – so veðurbardar ella mítt lítla váta land. Ella Havnina: hesin pinkalítli býur við teimum marglittu húsunum….hetta williamska prátið um tað pinkalítla landið, vit mega koma yvir hatta sandskornið. Tí hvør heldur, at Havnin er so lítil? Hvat er so lítil við henni? SMS? ella Kiosk aktiv? Hvat er sjónarhornið? Hava vit kanska lyndi til at síggja við eygum á øðrum? Oddvør Johansen hevur lyndi til at síggja hetta minsta í øllum, og seinast sá eg tað hjá Páll Nolsøe í “Broti”.
Havnin er størsti býur í Føroyum, hvønn gerandisdag er Havnin nóg stór til mín, og landið er ikki bara “heima á klettunum”, landið er ikki klettar.
No comments:
Post a Comment