Professor Turið
Bók um Jákup doktara
”Jacob Jakobsen in Shetland and the Faroes” er nýggj bók, sum er útkomin um Jákup doktara. Bókin er 278 síður og kostar 225 krónur.
Bók er útkomin við greinum og ritgerðum, sum byggja á og viðgera rannsóknirnar hjá tí viðgitna føroyska mál- og bókmentagranskaranum, Jákupi doktara (1864-1918). Bókin snýr seg serliga um tann føroyska og hetlendska partin av hansara gransking.
Høvuðsevnini eru málfrøði, staðanavnafrøði og rannsóknir av skaldskapi av manna munni og aðrari fólksligar mentan. Aftast í bókini er bókfrøðiligt yvirlit yvir skrivligu avrik Jákups.
Bókin er á enskum máli.
Fyrsta greinin greiðir frá ævisøgu Jákups doktara, og tann seinasta kannar ta ríku hugmyndafrøðiligu merkingarskapanina, sum spratt av verki hansara og ávirkanina, sum hon hevur havt og framvegis hevur.
Tey, ið hava skrivað, eru føroyingar, hetlendingar og granskarar úr flestu Norðurlondum, Skotlandi og øðrum pørtum av Bretlandi, Írlandi og USA.
Ritgerðirnar hava uppruna í fyrilestrum, sum høvundarnir hildu á føroysk-hetlendskari ráðstevnu í Hetlandi í 2006 um lív og verk Jákups doktara. Ráðstevnan varð hildin við støði í avtalu um samstarv millum millum Føroyar og Hetland, sum Føroya landsstýri og Shetland Islands Council gjørdu sínámillum í 2003.
Ritstjórar eru Brian Smith, stjóri á Skjalasavni Hetlands, Lerwick og Turið Sigurðardóttir, professari á Fróðskaparsetri Føroya.
Útgevarar eru Ágóðagrunnur Hetlands (Shetland Amenity Trust) og Fróðskaparsetur Føroya. Fróðskapur stendur fyri søluni av bókini, sum er 278 síður og kostar 225 krónur.
Myndin er av Turið Sigurðardóttir.
No comments:
Post a Comment