Havi havt eina fantastiska jólaferiu. Herlev – Svøríki – Græsted. Eitt so frálíkt hugskot at fara út á bygd í Svøríki í stórkava og 15 minusgradum at halda jól. Eg meini tað. Stuttlig hús, stór við fínari umbygging. Vit vóru 16 fólk. Stak hugnaligt og stuttligt, træið feldi Bergur uttanfyri, og jólapyntið gjørdu vit so hvørt, sum vit pyntaðu. Herbert og Madeleine gingu og leiddust. Børnini spældu blunda og krógva. Bobbspælið, sum var ein jólagáva bleiv væl og virðiliga roynt. Kokkurin hevði eina serliga avbjóðing við at sløkkja og tendra tað elektriska, so at sikringarnar skuldu halda, og Sólrun fekk sína jólamotión við at renna út at skifta sikringar. Eg var sum í himmiríki at síggja og hoyra tey øll. Myndirnar eru eisini komnar í telduna, so at eg fái notið tær, til næstu ferð.
Nýggjársaftan helt eg í Græsted saman við Sólrun og Lars og Símuni og góðum vinum. Bergur og Lisa vóru hjá vinfólki.
No comments:
Post a Comment