Hví hevur Havnin so fá ella eingi spælipláss? Hví er einki innanduraspælipláss. Var í handilsmiðstøðini Fields í Kbh. og á Fiskatorginum. Børnini sleppa at brúka orku og stuttleika sær eina løtu, meðan foreldrini fáa sær ein drekkamunn. Okey SMS er nokso nógv minni enn hesi nevndu shoppingstøð, men har er eitt stórt torg, hví ikki hava eitt lítið spælipláss har, tað skal ikki so nógv til. Til tey 2-5 ára gomlu. Ramma tað inn við bleytum kassaformaðum koddum, ja ikki so bleytum , at teir halda ikki formin. Skal vera klætt við leður ella leðurimitation, so tað kann turkast eftir tí. Hav síðani okkurt innanfyri, tit hava øll verið á Fiskatorginum, tað spæliplássið hevði passað inn á torgið í SMS. Vit skuldu onkuntíð roynt at hermt eftir tí góða í DK. Ja, ja teir brúka torgið til útsølu, dans og tónleik- fínt við tí, men hvussu við at kjúklað eitt sindur um tey sum leggja milliónir í Name it, Vero Moda, Sprundið, Fljóðið, Flykran, Snákan, Pípan, Rípan osfr? SMS hevði eitt sokallað kúlubað, tá ið tað læt upp, tað var fínt, men kanska nokso avmarkað og ógvusligt.
Men SMS hevði so ikki mist nakað fíggjarliga við at tikið sær eitt sindur av teimum smáu kundunum…og ikki bara við kaffi og kakum.
No comments:
Post a Comment