Í bókini LES Ástøði eftir Kirsten Brix og Lydiu Didriksen eri eg komin til skaldskap av mannamunni: Nú flokka tær kvæði, allir teir vanligu bólkarnir eru har, og so er ein, sum eitur kvæði um pátrúgv. Ein slík desavouering av øllum bólkinum. Í fyrsta lagi er orðið pátrúgv niðrandi, sbr. “tú ert full av pátrúgv!”. Orðið fólkatrúgv ella bara trúgv hevur verið brúkt um hetta slag av trúgv tey seinnu árini. Í øðrum lagi er hetta at skjóta púra við síðuna av, tá ið mann hugsar um ta sálarfrøðiligu tulkingina, sum er vanlig, og sum bókin eisini leggur upp til. Sálarfrøðin er væl ikki pátrúgv ella girndirnar, sum yvirnáttúrligar verur eru mynd av. Næsta kapittul er um ævintýr, har eita tilsvarandi ævintýr gandaævintýr, eitt fínt heiti, sum eisini hevur verið brúkt um kvæði, í donskum í hvussu er. Vanliga heitið hjá okkum hevur verið náttúrukvæði, kanska eftir orðinum naturmytiska visor, sum stendur í Kulturhistorisk leksikon for nordisk middelalder. Annars vil eg siga, at LES er eitt flott bókarvek, hetta er tað fyrsta, sum eg eri komin fram á , sum hevur ørkymlað meg.
No comments:
Post a Comment