Vit í Bókastevi eru nú lidnar við trilogi’ina hjá Annu B. Ragde um Tórunn og hini á Neshovi. Ein syrgiligur endi. Hví í verðini fann hon uppá at fara aftur til Christer? Og hví kundi hon ikki forelska seg í Kaj Roger? Nei, hon valdi hann, sum hon ikki hevði nakrar kenslur fyri. Kanska revsaði hon seg sjálva, tí at hon kendi seg seka í faðirsins deyða. Hon var djúpt tunglynt, og føldi tunga skuld og ábyrgd. Tá ið abbin var farin á ellisheim, hvarv hon bara burtur úr verðini, burtur frá teimum, sum væntaðu so nógv av henni. Ótrúligar bøkur, skrivaðar við útpenslaðum staklutum, t.d. framsýningarvindeyguni hjá Erlendi, ein metafora, sum røkkur langt inn í frásøgnina um tey á Neshovi ella mammu Tórunn og allar fasadur og lygnir og huldar syndir og girndir. Ella grísastallurin, grísamamman og gríslingarnir, ljósareyðir og fittir, men teir mega ikki sleppa út, tí so fara teir kanska at siga øllum hinum grísunum, at frælsi, bláur himmal og gras er uttanfyri. Grísarnir, sum eru so fittir og heitir at balla seg hjá, men eru ránsdjór innast inni – akkurát sum menniskju. Kanska. ´
Vit vóru í Hvalvík hjá Marjuni í kvøld, næstu ferð verður tað Sofi Oksanen, also hon fer ikki at bjóða drekka - Sofi, men hevur skrivað bókina.
Tú er so energisk, eg elski tað. Men Bergljót......hvør eitur Kaj Roger? Millum teg og meg, so haldi eg at tað kann hava okkurt at gera við tað..... ;)
ReplyDelete