Tá ið tú eigur so nógvar myndir, er tað ordiliga torført at velja´. Eg havi valt eina mynd fyri hvønn mánað í 2010. Stuttligt, men nógv er ikki við, bæði persónar og hendingar, t.d. slapp hvørki pílagrímsferðin í mai ella Hebridutúrurin í august við.
Januar. Hans Marius tímdi væl at ganga til ríðing, men hann tímdi enn betur at geva hundunum hjá Jacklin breyð aftaná. Tað syrgdi hann altíð fyri, at vit høvdu við.
Februar. Ein dagin kom Laura inn á gólvið, her má eg skoyta uppí, at tað er sera sjáldsamt fyri ikki at siga ongantí, so eg bleiv bæði bilsin og fegin. Hon fór úr og kom inn og setti seg. Sat eina løtu og rátaði, hugdi so eitt sindur spyrjandi út í rúmið, eg helt, at hon trákkaðis eftir drekkamunni og fór at vita, um ketilin var kókaður. So nú hyggur hon aftur runt eftir teimum, sum inni eru og sigur, er tað ikki her fundurin er? Sera skemtiligt, fundurin var eina aðrastaðni, navnabland.
Mars. Frida Sofía og Turið í Guðrun og Guðrun turrikløðunum.
Apríl. Bjørt avmyndað á hospitalinum.
Mai. Tey hyggja í albummið, sum Lisa fekk í konfirmatiónsgávu.
Juni. Búgvi heldur føðingardag.
Juli. Sólveig heldur føðingardag.
August. Inga Rósa inni hjá sær sjálvari undir Ryggi.
September. Bókavørðir.
Oktober. Lisa við sínum ringa knæ. Stødd í summarhúsi í Lalandia.
November. Vitjað Elina undir Fjalli.
Desember. Øll saman á jólum.
No comments:
Post a Comment