Kl. 20 minuttir í 10 fór eg frá húsum, við tveimum støvum, tíbetur var ein gongumaður so fittur at taka meg upp í bilin niðri á Landavegnum, so eg bleiv koyrd heim á Vaglið. Kl. 10 fóru vit við bussi niðan á oyggj. Og við Lambafelli fóru vit til gongu, milt sagt frískligt, summastaðni var undirlendi sera bleytt, so tú sakst niður. Rímiligt er tað gjøgnumbloytt nú ið frostið hevur slept takinum djúpt niðri í jørðini. Frálíkt útsýni í flottum ljósi. Norðadalur og Syðradalur hvør síni megin. Kl. 13 vóru vit aftur á Oyggjarvegnum.. Og knæið? Ja, undanbrekkan var nokso ring.
No comments:
Post a Comment