Nú eru skjótt eitt og eitt hálvt ár, síðani eg var á ráðstevnu á Ytru Hebridunum um St. Kilda oyggjarnar. Tad (nú er eddid horvid) var ein áhugaverd rád stevna, sum savnadï oyggjaelskarar úr fleiri londum. Teimum dámar at hava tann føroyska vinkulin vid. So eg var bodin vid at siga nakad um føroyskar bokmentir, og tey høvdu áhuga fyri, um føroyingar sjálvir hava skrivad um Føroyat fá gamlari tíd. Tí fólkid á St. Kilda skrivadi sera lítid sjálvt, men tad eru skrivadar upp í leypar av bókum um St. Kildabúgvar. Taf stuttligasta vr túrurin út í oynna Hirta. Har býr eingin nú, bert tey sum ansa eftir og granska. Nú er rádstevnuritid komid m.a. vid fyrlestrinum hjá mær. Eg legdi fyri vid at greida frá Dunganon, og eg hevdi avmyndad eitt av greivaptóvskjølunum, sum hann hevur latid. Tad var ein ógloymandi ferd. Í summar ætla vertsfólkid hjá mær á Benbecula at koma hendaveg, tey hava ofta verid fyrr í Føroyum , skilji eg.
Eg seti nkarar myndir sum eg tók á ST. Kildu eisini.
No comments:
Post a Comment