Mar 3, 2012

Uwa uva ba bowling oje


Ferðasteypið ' Ársins keyla' uppi á bitanum.


Eg havi verið og bowlað, í bowlinghøllini í Havn. Eina ferð var ein bowlinghøll uppi í erva á málingahandlinum á Landavegnum í Havn. Minnast tit tað? Og eina ferð var ein úti í Sandá, har sum Eikin møblahandilin er nú. Tað hevur verið í 60 unum. Men í kvøld var eg also uppi á Hálsi. Bowling er ikki mítt 'ting'. Eg brúkti eina tunga kúlu, fyri at allar keylurnar skuldu fara, um eg nú rakti væl. Men eftir ein knappan tíma var skøvningurin púra liðugur, so royndi eg eina kúlu eitt nummar lættari. Eg fekk okkurt streik, treyðugt so. Men tað var ikki eg, sum gjørdist ársins keyla - heldur ikki hesa ferð. And the winner is....Vit vóru bara konufólk, og tað var herligt!

No comments:

Post a Comment