Opið bræv til Tórshavnar býráð.
Bloggur er fínur til at fáa luft fyri ymsum, sum eingin vil hoyra ella lesa, internetið er ein gáva til tey, sum vilja av við frustasjónir. Sjálvandi við ábyrgd undir lógini um bakbit. Havi ringt mangar ferðir til Býráðið.
Síðani tit vóru seinast og gróvu her á leið og skiftu rør og brunnar og rist, hava vit verið plágað av kloakkroyki. Lortaroykurin er ringastur á vesturætt. Okkurt er ikki rætt, kanska tær gomlu dimensiónirnar hóska ikki til ovurveðri, sum nú altíð er, so at rørini svølgja ikki, sum tey skula. Kanska onkur bend, knø ella lás eru skeivt skrúvað saman.
Roykurin fer um øll húsini, ein søtligur , ónærisligur , vamlisligur luktur, sum megnar at dríva døgurðaroykin ella roykin av nýbakaðum breyði burtur. Hvussu við heilsunevndini? Kanska tað er betri at skriva til hennara enn til teknisku nevnd? Seinast, tá ið eg slapp ikki til dyrnar uttan í klovstivlum, sendi eg ein meyl til Heðin, hann svaraði beinanvegin. Men tað kann ikki vera meiningin í einum so stórum og nevndarríkum býráð sum okkara. Hoyrast !
No comments:
Post a Comment