Nú siga tey á portalinum, at juli mánaður hevur ikki verið so góður sum í ár síðani 1933, tað vil siga langt áðrenn eg var fødd. Also lívsins besti juli. Tíbetur havi eg fingið brúkt tað góða veðrið.
Fridas S. og børnini komu heim eina viku fyri ólavsøku í ár og steðgaðu 3 vikur. Vit høvdu fyrst summarskúla, og síðani hevði FS ymiskt annað á skránni. Tey vóru í Nólsoy og á Slættaratindi, í Dali og í Mikladali.
Diddan hjá Turið og Halli kom 23. juli, men hon helt ikki ordiliga ólavsøku í ár. Beint fyri ólavsøku kom Lisa, hon er á skeiði á Fróð. Deiligt at hava Lisu heima, vit hava verið til konsert hjá Kapnas yngra. Stuttligt at fara út við henni, nú ið diddan hjá Sólrun er blivin ein vaksin dama. Her sita vit í Kringluni í NLH.
Bergur var heima tvær vikur saman við 7 øðrum skótum, tey upplivdu eisini eina rúgvu. Sjálv havi eg verið í Havnardali og á Hoyvíkstjørn og sjálvandi í Mikladali.
Bara Símun manglar á hesari ommubarnamyndini, so Símun: “eat your heart out”.
No comments:
Post a Comment