So óhugnalig tíðindi berast í øllum miðlum. Føroyar hava alla mína tíð verið versðsins tryggasta stað at búgva í, tað eru tær kanska enn. Langt er tíbetur millum drápsmálini. Men tað er ræðuligt at vita sær, at slíkt hendir so nær. Nógv hevur verið skrivað um, hvussu miðlarnir hava handfarið tíðindini. Samstundis ella beint frammanundan var á FB eitt leinki til eina grein um bloggarar, sum var eitt aftursvar til eina damu, ein journalist. Hon helt, at bloggarar gera stóran skaða, við sínum óprofessionella máta at skriva uppá. Hon helt, at journalistar skuldu sleppa at skriva tíðindi og annað í frið fyri hesum privatu anarkistisku bloggarunum. Tí jpurnalistar gera researrch, tað gera bloggarar ikki. Eg skilji ikki, hví hon ræðist bloggarar. Um journalistar - sum hon - gera arbeiðið so nógv betur, so tíma fólk eisini betur at lesa hana enn meg. Kapping ishsannheid? Men teir professionellu journalistarnir kláraðu seg ikki so væl í áðurnevnda máli, ígussjer. Eisini um sama mundið, sá eg eitt leinki hjá Kinnu – listinblog, at Erhard Jacobsen gramdi seg um, ella kanska ikki gramdi seg beinleiðis, men segði, at nú visti mann ikki, hvar mann skuldi finna ummæli o.t., tí tey eru slødd út um bloggar og netsíður. Eg meini tað.
Men verðin er av lagi, ella veðri. Tað er so heitt sum um summarið, fuglarnir syngja uttanfyri, har sum eingin fuglasangur eigur at vera. Inn um gluggan hoyrdust eisini í dag barnarøddir, tað skula gudarnir vita, at tað er langt ímillum, at børn hoyrast uttanfyri – og tað er so bara um summarið. Men nú eru vit síðst í novenber.
No comments:
Post a Comment