Sótu hjá Anne Lise og hugnaðu okkum, meðan ódnin leikaði í uttanfyri. Anne Lise bjóðaði fiskasúpan m. a. við chili úr Turkínum og dessert a la Jamie Oliver, umm. Men vit sótu ikki leingi, tí hann segði bara verri og verri veður. Nú gleða vit okkum til jólasølu, feitar flugur og heimavirkisfelag og , hvussu tað nú alt eitur. Durita og Jórunn verða í Handilskjarnanum um vikuskiftið.
Mikudagin vóru vit hjá Marjun í Hvalvík, hon serveraði ovnsrætt við eplum, skinku og osti og øðrum og súreplakaku omaná. Bókin var fyrsta bind av Kristin Lavransdóttir. Allar hildu, at bókin er fín, Brynhild greiddi frá lívi Sigridar Undset. Søgulig skaldsøga, sum byggir á gransking av 1300 talinum, men sum eisini lýsir menniskjaliga kenslur, sum vit kenna aftur í okkum sjálvum.
No comments:
Post a Comment